Gunnar Mikkelsen er ein av vinnarunum frá kendu sangkappingini Stjørna í eitt kvøld, sum Danmarks Radio skipar fyri. Men hann ætlar sær ikki at royna seg í kappingini aftur.
? Tá eg var við í kappingin av fyrstan tíð, var tað tí, at eg vildi vinna ein plátusáttmála, sleppa út at spæla og gera mín egna tónleik. Alt tað havi eg fingið burtur úr, og tí havi eg ikki hug at verða viðaftur, sigur Gunnar Mikkelsen.
Hann er javnan úti og spælir, hann hevur givið fløgu út við sínum egna tónleiki, og hann fer at skriva nýggjar sangir saman við bólkinum hjá sær.
Noktandi svar um egnan tónleik
? Hevði eg sloppið at spælt mín egna tónleik í kappingini, so hevði tað kanska verið eitt gott hugskot, men tað sleppi eg ikki, og so havi eg takkað nei, sigur hann.
? Eg havi lagt stóran dent á, at tað ræður um at spæla sín egna tónleik, og tí hevði tað verið forvirrandi fyri tey, sum lurta eftir mínum tónleiki, um eg aftur fór við í kappingina og fór at syngja kopisangir, heldur Gunnar Mikkelsen.
Komandi vikuskiftið skal hann spæla í Keypmannahavn og í Horsens.