Gutti skorar ímóti sínum egnu

Ársins spælari higartil hjá EB/Streymi og liðformaðurin eru ikki millum teir fyrstu ellivu

Klokkan 19 var fyrsta bríksl í Gundadali, har B36 hevur vitjan av EB/Streymi.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki er støðan 1-0 til B36. Málskjútti var Gutti Dahl-Olsen, sum í vetur flutti frá barndómsfelagnum EB/Streymi og til B36. Hann sendi við høvdinum bóltin í málið við handara stólpa, eftir at miðvallarin Anton Søjberg Horup legði innfyri úr høgru.

 

Eftir B36 málið hevur EB/Streymur verið nógv í álopsstøðu, og í tveimum førum hava gestirnir givið til kennar, at teir hava verið misnøgdir við, at dómarin ikki hevur bríkslað fyri brotssparki.

 

Hjá EB/Streymi er tað merkisvert, at Virgar Jónsson ikki er millum teir fyrstu ellivu. Vongverjin í vinstru hevur annars verið sera eyðsýndur higartil í ár. Tað er eisini merkisvert, at liðformaðurin og miðverjin Andras Ó. Olsen ikki er á listanum í kvøld. Boubacar Dabo er í kvøld á beinkinum hjá EB/Streymi.

 

Hjá B36 er verjuspælarin Thomas Lillo framvegis skaddur.

 

B36 – EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 19.00.