Guvernørur eirir 100.000 fólkum dømd fyri at hava marihuana

MARYLAND: Wes Moore, sum er guvernørur í statinum Maryland, eirdi í gjár umleið 100.000 persónum

Guvernøruin í amerikanska statinum Maryland, Wes Moore, skrivaði í gjár undir eini boð, sum eirar umleið 100.000 fólkum í Maryland fyri minni brotsgerðir sum hava við marihuana at gera. - Foto: Brian Witte/Ritzau Scanpix

Talan er um fólk, sum seinastu mongu árini hava fingið ein ella fleiri dómar fyri at hava marihuana uppi á sær í smærri mongdum.

 

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Sambært guvernørinum er talan um mest umfatandi eiring, sum ein statur hevur framt.

Endamálið er, at rætta upp á »skeivleikar í áratíggju«, sum rúsevnapolitikkurin hevur ført til, og sum í alt ov stóran mun hevur verið vendur ímóti svarta partinum av fólkinum, sigur Wes Moore.

– Í dag taka vit eitt stórt stig við at fremja ein politikk, sum kann rætta upp á fortíðarinnar skaðar og sum kann fáa okkum at arebiða saman um at uppbyggja eina ljóari framtíð, sigur hann.

Sambært guvernørinum er tað tríggjar ferðir størri vandi fyri, at tey svørtu í statinum verða hildin aftur vegn ákærur um rúsevni, enn tað er fyri tey hvítu.

Hevur túí statinum Maryland fingið blett á revsiváttanina, er tað nógv truplari at fáa atgongd til bústað, útbúgving ella arbeiði.

/ritzau/AFP

 

 

Guvernøruin í amerikanska statinum Maryland, Wes Moore, skrivaði í gjár undir eini boð, sum eirar umleið 100.000 fólkum í Maryland fyri minni brotsgerðir sum hava við marihuana at gera. - Foto: Brian Witte/Ritzau Scanpix