Djóraverndarfelagið fekk fyrr í vikuni fráboðan um ógvusliga djórapínslu av einum smálambi í Suðuroy. Partur av eina beininum hjá smálambinum var kappað av. -Djóraverndarfelagið fekk fyrstu fráboðanina um málið týsdagin. Fólk høvdu sæð, at eitt smálamb gekk og manglaði ein part av øðrum forbeininum. Lambið gekk úti saman við mammu síni. Eisini varð sagt fyri Djóraverndarfelagnum, at eigarin var vitandi um lambið, sum var yvirkoyrt, og breyt beinið orsaka av hesum. Eigarin hevði síðani kappað av brotna beininum, og slept lambinum leysum aftur, sigur Djóraverndarfelagið í dag.
Grov djórapínsla
Lars Mohr Nielsen, djóralækni sigur, at málið er sera ógvulsigt dømi um djórapínslu.
-Málið er djórapínsla av ringasta slag. Lambið skuldi verið viðgjørt av lækna, og við neyðuga heilivágnum, sigur Lars Mohr Nielsen.
Lambið gekk leyst tveir dagar við avkappaðum beini, og varð síðani tikið av døgum, eftir at løgreglan og Djóraverndarfelagið fóru uppí málið.
Búnaðarstovan kannar málið
Búnaðarstovan hevur myndugleikan at taka festi frá einum bónda, um so er, at prógv finnast fyri, at djórapínsla er farin fram á festinum. Bjørn Patursson er stjóri í Búnaðarstovuni, og hann staðfestir, at Búnaðarstovan hevur rætt til at taka festi frá avvarðandi bóndi, tá djóralæknin staðfestir hendingina sum djórapínslu. Men Búnaðarstovan skal eisini fyrihalda seg til fyristingarlógina, og tískil skal frágreiðing frá løgregluni fáast til vega umframt, at avvarðandi bóndi skal hoyrast i málinum.
-Vit hava skrásett hendingina, og arbeiða av øllum alvi fyri at fáa neyðugu upplýsingarnar til vega sum skjótast, soleiðis, at vit kunnu taka eina avgerð í málinum, sigur Bjørn Patursson, stjóri í Búnaðarstovuni.