Høgar inntøkur fáa ov stóran skattalætta

Nýggja flatskattaskipanin hjá samgonguni, fer ikki at seta ferð á samfelagið.

Tað er Poul Michelsen úr Framsókn, sannførdur um.

Hann sigur, at skal ein skattalætti elva til økta nýtslu og seta ferð á samfelagið, er tað ein fortreyt, at tað verður tann stóri bólkurin av brúkarum við lág- og miðalinntøkum, sum fær tann stóra skattalættan.

Men tað er ikki støðan við hesum nýggja flatskattinum, tí eftir hesum eru tað tær høgu inntøkurnar, sum fáa tann mesta lættan.

Poul Michelsen staðfestir, at skattatrýstið er ov høgt, og tí eigur skattaskipanin at broytast.

Men flatskatturin, sum nú liggur í kortunum, er ikki nóg sosialur.

Tað, hann hugsar um, er, at tann stóri bólkurin av brúkarum við lág- og miðalinntøkum, fær ikki nakað serligt í skattalætta og tí fer hetta ikki at seta ferð á nakað sum helst, heldur Poul Michelsen.

- Verða tær 265 milliónirnar, sum verða lætnar í skattalætta, ikki lagdar í teir inntøkubólkar, har tað er tørvur á at økja nýtsluna, fer tað ikki at seta ferð á samfelagið.

Hann kallaði tað eisini eina stóra provokatión ímóti øllum í samfelagnum, at inndraga framtíðina upp í flatskattin við at skatta pensjónir við inngjald.

Hann mælti heldur til, at ein skattalætti verður fíggjaður við nýskipanum í fiskivinnuni og á øðrum økjum í samfelagnum, tí tað eru nýskipanir, sum krevjast fyri at gera tað liviligt í landinum.

Eitt nú kallar hann tað láturligt, at tilfeingisgjaldið er lækkað niður í 10 milliónir.

Hann spyr eisini, hví tað hevur so stóran týdning at skrumbla eitt so álvarsligt mál ígjøgnum Løgtingið upp á tvær vikur.

- Er tað tí, at stúrt verður fyri, at onkur raknar við eftir nýggjár, men tá er tað ov seint, spurdi hann.

Hann væntaði eisini, at eftir nýggjár fara onkrir av teimum flokkum, sum hava krøkt seg upp flatskattin, at staðfesta, hvørjar avleiðingarnar kunnu vera.

Poul Michelsen skjýtur tískil upp, at ein nýggj skattaskipan verður útsett í eitt ár, so at tað kann viðgerast neyvari.