Høgni Hoydal noktar framvegis blankt

Í Útvarpinum beint nú avsannar Høgni Hoydal framvegis, at hann hevur givið tænastuboð um at taka eina skrivstovu aftur frá løgmanni Høgni Hoydal setir tvørturímóti spurnartekin við frágreiðing hjá sjálvum stjóranum á løgmansskrivstovuni, Marjuni Hanusardóttir og einum øðrum starvsfólki á løgmansskrivstovuni og sum vit greiða frá á eini grein longur niðri á Portalinum.

Hann sigur, at løgmansskrivstovan er beinleiðis partur í málinum og tí sáar hann iva um frágreiðingarnar.

- Er talan um innbrot, varð talan um innbrot í hølini hjá uttanríkismálaráðnum, tí ráðið átti hølini.

Hann sigur, at sambært eini semju hevði uttanríkisráðið ræðið á hesi ávísu skrivstovuni, men kortini vildi løgmaður hava hana til sín sjálvs, hóast fleiri aðrar skrivstovur standa tómar.

- Kortini er starvsfólkið blakað út úr hesi skrivstovuni og tí royndi hann at finna semju og bjóðaði seg sína egnu skrivstovu fram.

Hann helt ikki, at tað bar til at tveita skrivstovufólk út av eini skrivstovu, sum tað eigur og tað einasta, hann hevur givið boð um, er at fáa viðurskiftini í rættlag.

Tað endaði eisini við, at viðurskiftini komu í rættlag, so at løgmaður fekk skrivstovuna, so hann skilti ikki trupulleikan,segði hann við Útvarpið

Hann veit heldur onki um um nakran lásasmið, fyrrenn rok var í Tinganesi, men hann tók stig til at loysa málið og tað varð eisini loyst