Eftir tvær væleydnaðar og vælmóttiknar fløgur og við eini nýggjari ávegis, kemur Høgni Lisberg nú heimaftur á G! Festival. Singer/songwriter bylgjan, ið hevur brúsað yvir Føroyar seinastu árini, hevur fingið nógv nýggj, forvitnislig listafólk úr sovikamarinum uppá stearinlýstar pallar kring og uttanfyri Føroyar.
Millum tey, ið ríða hægst á hesi alduni, er Høgni Lisberg. Ungi, dámligi leirvíkingurin, sum legði Clickhaze trummupinnarnar frá sær til frama fyri gittaran og sangin.
Hóast Høgni onkursvegna hoyrir heima innan singersongwriter sjangruna, so hevur hann ein meira rokkutan kant, enn tey flestu. Hann hevur í seinastuni havt nógvar væl fagnaðar konsertir runt í Evropa ? m.a. á Iceland Airwaves og Roskilde. Hann var eisini á eini forvitnissligari konsertferð í donskum biografum herfyri eins og hann hevur spælt í sjón- og útvarpi.
Hetta sigur okkum so mikið, at tey í londunum kring okkum eisini hava fingið oyruni upp fyri tí, vit hava vita alla tíðina: Høgni Lisberg er millum okkara fremstu og feitastu tónlistarfólk og er tað tí ein heiður at hava hann á skránni í ár, skrivar G!Festivalurin á heimasíðu síni.