Hægsta mark av næmingar í hvørjum flokki

Av tí at mær varð noktað at fáa hetta í Skúlablaðið, og av tí at eg meti, at hetta sjónarmið eigur koma fram uttan sensur áðrenn aðalfundin hjá Føroya Lærarafelag, verði eg noydd til at gera tað á hendan hátt

Í fjør vár strýddist Yrkisfelagið hjá studentarskúla- og HF lærarum móti, at táverandi landsstýrismaður ætlaði sær fylla fleiri enn 24 næmingar í ein studentarskúlaflokk á Kambsdali.

Lærararnir har mettu, at tað var sera óheppið. Teir vístu á, at 24 næminga markið í forvegin er í hægra lagi, skal tann einstaki næmingurin fáa nóg mikið burturúr undirvísingini. Teir førdu eisini fram, at tað er ógjørligt at hava samband við allar næmingar í einum so stórum flokki.

Føroya Lærarafelag lýsti eina ella tvær ferðir sín samhuga við Yrkisfelagnum í fjølmiðlunum. At eitt fakfelag lýsir sín samhuga við øðrum fakfeløgum, tá tey eru í fakligum stríði er vanligt og gott, haldi eg.

Tað vóru tó limir í Føroya Lærarafelag, sum hildu, at hetta ikki var nóg gott. Tað vóru nógvir limir, sum heittu á Lærarafelagið um at gera meira. Onkur skeyt upp verkfall.

Tað var bara tað, at limirnir í Føroya Lærarafelag kundu ikki fara í verkfall, og tað kunnu 2/3 av teimum ikki enn.

Eg meini heldur ikki, at Føroya Lærarafelag gjørdi nokk tá.

Tí vit hava eisini trupulleikar við 24 næmingamarkinum, ella rættari sagt tí væntandi markinum av næmingum í flokkunum. Nei, eg meini ikki, at vit skuldu lagt arbeiði niður í samhuga, tí tað hevði verið ólógligt. Vit skuldu heldur ikki blandað okkum aktivt í stríðið hjá Yrkisfelagnum, tí tá kundu vit kanska gjørt meira skaða enn gagn, men vit kundu gjørt teirra stríð til okkara uppá ein taktiskan máta, og á tann hátt stuðla teimum meira.

At seta seg nú at vurdera, hvat meira kundi verið gjørt tá, tænir ongum endamáli.

Yrkisfelagið helt á, stóð fast við sítt, og megnaði at fáa sína hugsan framda í verki.

Men vit sita enn við sprenfullum flokkum líka frá 1. flokki til og við 10. flokk.

Tað undrar meg, at nevndin í Føroya Lærarafelag ikki tók tráðin upp, tá Yrkisfelagið hevði vunnið sítt stríð.

Fólkaskúlalógin setur bara hægstamark fyri næmingatali í 1.-7. flokkunum. Hetta mark var fast inntil 1993. Tá tók Marita Petersen, táverandi landsstýrismaður í skúlamálum ta vanlukkuligu avgerð at seta eina uppbloyting inn í lógina, so lógin skuldi gerast meira ?liðilig?, segðist.

Føroya Lærarafelag var harðliga ímóti hesum, tí Felagið var sannført um, at hetta fór at verða brúkt sum ein fjald sparing, og at hetta fór fyrst og fremst at ganga út yvir næmingarnar í fólkaskúlanum. Myndugleikin tryggjaði Lærarafelagnum, at henda regla bara skuldi nýtast í undantaksføri. Men Føroya Lærarafelag fekk rætt, tí tað, sum bara skuldi vera undantak, er nú meira ein regul.

Á teimum skúlum, sum ikki hava árgangsbýttar flokkar, gerst trupuleikin størri, tí har hevur lærarin afturat fleiri árgangir samstundis í flokkinum.

Skúlin fyri øll hevur heldur ikki lætt um støðuna, tí nú eru eisini næmingar í hesum stóru flokkum, sum hava brúk fyri serligum tørvi, og skúlarnir fáa ikki nóg mikið av tímum til næmingarnar við serligum tørvi.

Við nýggju skúlalógini eru komin nógv fleiri krøv, sum skulu passa inn í tímaplanin. Játtanin er nøkulunda tann sama, og skúlaleiðslurnar skulu syrgja fyri, at alt skal býtast í smærri partar. Tá verður tað, at tær (leiðslurnar), sum seinasta útveg, leggja flokkar saman, og tann einasta loysnin í so máta verður at fylla næmingar í framhaldsflokkarnar. Tað er ikki óvanligt, at upp til 28 næmingar eru í einstøkum framhaldsflokkum. Og tað er loyvt, tí tað stendur ongastaðna, hvat hægsta markið er fyri næmingum í flokkunum í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum.

Tá studentarskúlalærarar átala flokksstøddini á miðnámsskúlunum, so er so mikið størri grund fyri, at fólkaskúlalærararnir gera tað, um vit hava í huga munin á teimum ymisku støðunum næmingarnir hjá okkum eru á.

Er tað løgið, at vit lærarar og skúlaleiðslur føla, at vit eru slept uppá fjall?

Eg ivist heldur ikki í, at núverandi landsstýrismaður í skúlamálum, Signar á Brúnni, í ávísum førum følir seg sleptan upp á fjall.

Eilif Samuelsen var, sum landsstýrismaður í skúlamálum frá 1994 til 1998, faðir til tað nýggju fólkaskúlalógina. Hann trýsti lógina ígjøgnum, stutt áðrenn hann fór úr Landsstýrinum, og visti væl, at hann ikki sjálvur fór at umsita lógina. Men tað er Signar á Brúnni, sum nú stendur við allari teggjuni av relgum og fyriskipanum, sum Eilif Samuelsen so væl slapp frá.

Hendan skúlalógin, hóast hon í fleiri førum er eitt framstig, legði stein omaná byrðu hjá tí hart kroysta læraranum, tí nú stendur í lógini, at ein undirvísingarætlan skal leggjast fyri hvønn næming sær, og lærarin skal eisini hava tíð til saman við sínum starvsfeløgum at eftirmeta hvønn næming sær fleiri ferðir um árið.

Næmingurin skal nú vera í sentrum, men næmingatalið, tann mongdin, sum lærarin hevur í flokkinum, varð onki gjørt við. Við hesum fingu vit enn minni tíð til hvønn næming. Og tað er ábyrgdarleyst.

Eilif Samuelsen segði, at hendan nýggja skúlalógin ikki fór at kosta eitt oyra meira at seta í verk.

Lærarafelagið vísti á, at skuldu lærararnir gera hetta eykaarbeiðir afturat fór tað at kosta nógvar milliónir. Ein av teimum fáu politikarunum, sum stuðlaði Føroya Lærarafelag í hesum sjónarmiðum, var Signar á Brúnni.

Undarligt at hugsa sær. Bæði Marita Petersen og Eilif Samuelsen eru lærarar og fyrrverandi formenn í Føroya Lærarafelag. Hví var tað bara Signar á Brúnni, sum skilti vanliga læraran og skúlaleiðslurnar? Hví var tað bara hann, sum tá á stóð, bæði kundi vera fakfelagsmaður, lærari og politikari?

Nú fær hann ákoyringar fyri ikki at hava megnað at seta umleið 40 reglugerðir í verk hetta knappa árið, hann hevur verið landsstýrismaður í skúlamálum. Er tað ikki nakað nógv at krevja uppá so stutta tíð?

Eg haldi heldur, at tey skulu lastast, sum fyltu okkum flokkarnar á tremur og skundaðu hesa so umfatandi fólkaskúlalóg ígjøgnum og lótu eftirkomaran í starvinum standa við hesi vónleysu uppgávu.

Eg meini avgjørt, at við tí nýggju skúlalógini í huganum, skulu flokkarnir gerast minni. Tað átti at verið eitt hægstamark uppá 20 næmingar í hvørjum flokki, ikki bara tá skúlaárið byrjaði, og hetta eigur eisini at verða galdandi fyri framhaldsdeildina í fólkaskúlanum.

Mín vón skal verða, at landsstýrismaðurin í skúlamálum, Signar á Brúnni, fer at taka hetta mál á sína arbeiðsskrá, tí eg veit, at hann skilir trupuleikarnar, sum lærarar í fólkaskúlanum hava í dag.


Elsa Birgitta P. Petersen, lærari