Hálkan komin

Í morgun var nakað av hálku ymsastaðnis í landinum, og sum vanligt, tá ið fyrsta hálkan á vetrinum ger vart við seg, kemur hetta óvart á bilførarar. Løgreglan í Havn og í Eysturoynni segði seg tó ikki hava frætt um nakað ferðsluóhapp í sambandi við hálku, tá ið vit tosaðu við tær mánamorgunin. Men sum tað sæst á myndini, so var onkur bilur farin út av vegnum. Hesa myndina tók okkara maður um hálvgum áttatíðina mánamorgunin beint við Norðskálatunnilin.