Miseydnað yvirháling
Í Kollafirði er ikki so sjálvdan, at ferðsluóhapp eru á skránni, og um vikuskiftið slapst ikki undan hesum. Talan var um ein bil, ið skuldi yvirhála ein annan, og tá hann skuldi koyra inn aftur á sína egnu koyribrey, misti førarin tamarhaldið á bilinum og koyrdi tískil útav.
Løgreglan upplýsir, at talan var um stóran skaða á bilin, men til alla lukku sluppu fólkini í bilinum uttan mein.
Breyt ásbeinið
Mikumorgunin hendi eisini álvarsligt ferðsluóhapp norðuri í Norðdepli. Talan var um ein bil við trimum ungfólkum, ið vóru á veg til Klaksvíkar til arbeiðis. Løgreglan í Klaksvík sigur, at bilurin gleið í hálkuni og fór út av vegnum. Bilurin fekk stóran skaða, og fólkini vórðu beinanvegun flutt á skaðastovuna í Klaksvík. Á skaðastovunu varð staðfest, at tvey av ungfólkunum høvdu fingið ymiskar smærri snuddir, meðan tann triðja, ið var ein genta, hevði brotið ásbeinið og tvey rivjabein. Gentan varð flutt til Havnar til nærri kanningar, fyri at vita um hon møguliga hevði fingið skaða í høvdið.
Rendi á Tjørnunes
Hóast hálkuna, er tað ikki bert á vegunum, ið ferðsluóhapp eru hend farnu vikuna. Leygarmorgunun klokkan 4:40 fingu Vaktar- og Bjargingartænastan og løgreglan í Havn boð um, at ein glasfipurbátur hevði rent á land á Tjørnunesi í Nólsoynni. Báturin var farin at leka, men hann kláraði tó sjálvur at sigla til bygdina, har Pressarin hjá Tórshavnar Skipasmiðju kom eftir honum.
Brennivargur
Hóast nýggjárshaldið skuldi verið av fyri hesuferð, eru tað fólk, ið enn ikki hava fingið nóg mikið av eldi og skotum. Leygarmorgunin um fýratíðina handtók løgreglan í Havn ein ungan mann, ið tókst við at seta eld á ruskíløt í Vørðsluni.
Løgreglan sigur, at drongurin er ein av gomlu kenningum teirra. Hann er kendur fyri at takast eitt sindur ov nógv við eld, og er hann nú fongslaður tær næstu fýra vikurnar.