Hósdagin verður heitari aftur

Køld luft fer komandi dagarnar av vera yvir Føroyum. Seinni í vikuni nærkast brúgvaløg úr útsynningi.

 

Í dag verður lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, úr norðri, sum seinnapartin øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, út landnyrðingi. Samdrigið og okkurt regn- ella vátaslettingsæl. Hitin millum 2 og 5 stig, men um náttina niður móti frostmarkinum í støðum.

 

Í morgin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og eystri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur ella heglingur og hitin millum frostmarkið og fýra hitastig, um náttina beint undir frostmarkið í støðum.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, seinni norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum um náttina makar nakað. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi. Hitin um frostmarkið, um náttina beint undir frostmarkinum.

 

Hósdagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum snarar í ein sunnan og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn- ella vátaslettingsæl, um náttina skýggjað í ein útsynning. Hitin millum 3 og 5 stig.

 

Fríggjadagin øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein útsynning og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn, men um náttina klárar í. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, av útsynningi, seinni suðri. Samdrigið og regn. Hitin millum 4 og 7 stig.