Millum teirra sum tóku stig til skúlan vóru Vilhelm Nielsen, smiðjumeistari, og Johannes Simonsen, múrarameistari.
Fyrsti fyristøðumaður var Johannes Simonsen, og Vilhelm Nielsen var fyrsti stýrisformaður.
Í 1935 var skúlin statsgóðkendur, og rindaði staturin 40 prosent til raksturin.
Áhugavert er at nevna í hesum "samanleggingartíðum", at í 1945 bjóðaði Tórshavnar býráð Tekniska Skúlanum í Tórshavn húsini hjá V.B.V. til undirvísingarbrúk. Treytin var tó, at har skuldi eisini Føroya Studentaskúli fáa húsrúmd. Sostatt kann sigast at spírin til "Skúladepilsætlanina" helst var "kjølfest" longu tá, fyri knøppum 60 árum síðani.
Í dag eru umleið 200 ársnæmingar á skúlanum. Av tí at ein stórur partur av næmingunum eru lærlingar, sum partvís eru á læruplássinum og partvís eru í skúla, hava umleið 500 lærlingar og næmingar tilknýti til skúlan.
Umleið 70 fólk starvast á Tekniska Skúlanum í Tórshavn, og svarar hetta til umleið 55 ársverk.
Tekniski Skúlin í Tórshavn er sum kunnugt ein av teimum trimum skúlunum, sum í framtíðini skal húsast í Skúladeplinum við Marknagilsvegin, og sær Egon Øregaard, skúlastjóri, hetta sum eina sera framkomna hugsan við nógvum møguleikum fyri teimum ungu sum í framtíðini hava ætlanir um at fáa sær eina útbúgving í Føroyum.
Somuleiðis eru stórir møguleikar hjá høvuðstaðarkommununi at fáa eitt virkið skúla og útbúgvingarumhvørvi í høvuðsstaðnum, har eisini mentanarlívið kann fáa bestu karmar at virka undir.
Mikudagin 10. november frá kl. 15-17 verður almenn móttøka á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin, har m.a. landsstýrismaðurin í Mentamálum kemur at bera fram eina heilsan. Eisini verður eitt snotuligt 70 ára føðingardagsrit lagt fram undir móttøkuni. Myndirnar eru úr føðingardagsritinum.