Høvdavirkið sólskinssøga á ráðstevnu í Norra

Á eini ráðstevnu í Norra herfyri um, hvussu hjávørur av fiski kunnu gagnnýtast, var ein av stóru "sólskinssøgunum" Faroe Marine Products. Virkið er í Føroyum betur kent undir heitinum Høvdavirkið í Leirvík

TÍÐINDASKRIV
???????????

Ein av íslendsku samstarvsfelagunum hjá høvdavirkinum, Ludvík Haraldsson frá Brim Seafood, greiddi frá á ráðstevnuni um, hvussu væl turking av toskarhøvdum, og marknaðarføringin av turkaðum vørum í Nigeria var eydnað.
Brim Seafood eiga nú 2 virkir í Íslandi og 45 prosent av høvdavirkinum í Leirvík. Ein av orsøkunum til at framleiðslan gongur væl er bílig orka. Spurdur um hvaðani føroyingar fingu bíliga orku, greiddi Ludvík Haralssson frá, at teir høvdu samstarv við eina ruskbrennistøð. Sostat kann burturbeining av ruski hjálpa til at gagnnýta størri part av fiskinum.
Tað var Rubin stiftelsen í Norra sum skipaði fyri ráðstevnuni í døgunum 28. og 29. januar. Av 210 luttakarum vóru 11 úr Føroyum.
Rubin er ein felagsskapur sum fiskivinnan á landi og sjógvi í Norra eigur saman. Rubin hevur sum endamál at virka fyri at gagnnýta alt av fiskinum og at menna virðisøkingina av hjávørum av fiski. Rubin metir at hjávørurnar kunnu um 5 til 10 ár umboða eitt norskt útflutningsvirði uppá meir enn 5 milliardir, tað vil siga meira enn virði av samlaðu flakaframleiðsluni í dag.