H71: Europa Cup-lutakast í morgin

H71 er við í pottinum hjá bæði kvinnum og monnum fyrrapartin í morgin, tá lutakast er um dystirnar í komandi EHF Europa Cup-kappingini, skrivar heimasíðan hjá H71.

H71 er við í pottinum hjá bæði kvinnum og monnum fyrrapartin í morgin, tá lutakast er um dystirnar í komandi EHF Europa Cup-kappingini, skrivar heimasíðan hjá H71.

 

Menninir royndu seg í fyrraárið, tá ið slovenska RK Maribor Branik kom til Føroya at spæla báðar dystirnar og tað eydnaðist at vinna tann fyrra. Nú skulu teir aftur royna seg og hesaferð skulu kvinnurnar eisini spæla Europa Cup.

 

– Hóast tað beinanvegin verður ein spurningur um fígging, so halda vit, at hetta er tað, sum skal til, um vit veruliga vilja menna felagið, føroyskan hondbólt og flyta okkum fram á leið. Vit hava eisini tann fyrimunin, at vit kunnu byggja á royndirnar frá 2019, tá ið tað eydnaðist øgiliga væl at hýsa báðum dystunum her, sigur H71-forkvinnan, Anna Dam.

 

– Tað er sera gevandi fyri spælararnar at fyrireika seg til og at spæla slíkar dystir, tí við hesum koma bæði kvinnurnar og menninir at hava nakað meira at venja fram ímóti longu um summarið, so vit vóna, at hetta kann verða ein gularót hjá øllum at fara eftir.

 

Sum sagt, so verður lutakastið í morgin, og har er H71 eitt av 74 liðum hjá monnum og eitt av 57 liðum hjá kvinnum, so sera spennandi verður at síggja, hvørji mótstøðuliðini verða. Lutakastið, sum verður í Wien fyrrapartin í morgin klokkan 10, kann síggjast hjá europeiska hondbóltssambandinum, EHF, bæði á Youtube og á Facebook.