H71 í europeiska eldin í oktober

Kvinnurnar hjá H71 fáa norðurmakedonska mótstøðu og menninir norska í komandi EHF Europa Cup-kappingini, skrivar heimasíðan hjá H71

Kvinnurnar hjá H71 fáa norðurmakedonska mótstøðu og menninir norska í komandi EHF Europa Cup-kappingini, skrivar heimasíðan hjá H71. Lutakastið var í Wien í gjár, og fyri H71 var hetta sera spennandi, tí bæði kvinnu- og mansliðið taldust millum teirra, ið vóru í pottinum. Og kanska gjørdist lutakastið heldur ikki so galið, skrivar H71.fo.

 

– Kvinnurnar, sum fyri fyrstu ferð nakrantíð skulu spæla europeiskar dystir, fingu í lutakastinum norðurmakedonska liðið, WHC Cair Skopje, sum síðsta kappingarár gjørdist nummar fýra í landskappingini í Norðurmakedonia.

 

– Og menninir, sum fyri fyrstu ferð royndu seg í europeiskum dystum í fyrraárið, har tað eydnaðist at vinna annan av tveimum dystum ímóti slovenska RK Maribor Branik, fingu hesaferð norska felagið, Drammen HK, sum var triðfremst í norsku kappingini síðsta kappingarár, skrivar H71.fo.

 

Fyribils ásettu dystardagarnir hjá bæði kvinnum og monnum eru 16./17. oktober til fyrra dystin, og 23./24. oktober til seinna dystin.

 

– Feløgini kunnu avtala at spæla báðar dystirnar sama vikuskifti, sum gjarna er ein bíligari loysn. Tá verða dystirnir oftast spældir á sama stað, eins og í fyrraárið, tá ið RK Maribor Branik kom til Føroya at spæla báðar dystirnar ímóti H71, og óivað verður farið eftir at fáa í øllum førum annaðhvørt kvinnu- ella mansdystirnar í Føroyum, verður sagt úr Hoyvík.