Tær vunnu ein greiðan 38-22 sigur á Kyndli. Hálvleiksstøðan var 19-12.
Jana Mittún gjørdist toppskjútti við 9 málum.
Lionsbikarið er startskotið til hondbóltskappingina. Í ár vóru tað føroyameistararnir úr H71 og steypavinnararnir úr Kyndli, ið møttust. Dysturin varð spældur í Hoyvíkhøllini.
Á báðum liðum manglaðu lyklaspælarnar. Maria Halsdóttir Weyhe hjá H71, sum er úti við einum skaða, og Súna K. Hansen hjá Kyndli, ið er farin at spæla við danska felaganum Ajax.
Lionsbikarið verður fyriskipað í samstarv millum Hondbóltssambandið og Lions Club í Føroyum. Upphæddin frá dystinum fer sum áður til eitt vælgerandi endamál. Í ár er tað áhugafelagið Hoyr, ið fær ágóðan frá dystunum.
Málskjúttar H71:
Jana Mittún 9, Lukka Arge 7, Marita Mortensen 5, Guðrið á Borg 3, Vár Zachariasen 3, Anna Elisabeth Weyhe 2, Brynhild Pálsdóttir 2, Inga Maria Joensen 2, Karin Egholm 2, Elsa Egholm 1, Lív Zachariasen 1, Sára Jacobsen 1
Málskjúttar Kyndil:
Turið Arge 7, Nadja Pejovic 6, Bjørt Krossteig 4, Bára K. Hansen 3, Hjørdis Viðstein 2