H71 legði fyri við sigri á Kyndli á útivølli

Kyndil hevur eitt stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í Burn mansdeildini

Ein dystur í Burn mansdeildini var leiktur í høllini á Hálsi í Havn í kvøld.

 

Kyndil tók móti H71 í høllini á Hálsi í Havn. Favorittarnir úr Hoyvík vunnu 30-26, men Kyndil megnaði heilt væl at bíta frá sær, serliga í seinna hálvleiki.

 

Í steðginum var H71 á odda 15-11. Talan er um fyrsta dyst hjá H71 hetta kappingarárið. Kyndil hevur fingið eitt stig burturúr sínum fyrstu tveimum dystum higartil hetta kappingarárið. 

 

Kyndil-H71 26-30 (11-15)

 

Málskjúttar Kyndil: Kristoffur Bjørgvin 8, Anders Risdal 6, Borgar Sveinsson 3, Jákup Jørgensen 3, Kristoffur Kristoffersen 2, Tummas J. Sørensen 2, Ragnar Wardum 1 og Jákup Andrias Joensen 1. 

 

Málskjúttar H71: Pætur Thomsen 5, Peter Krogh 5, Janus Dam Djurhuus 4, Pauli Mittún 4, Sakir T. Frýdal 3, Djóni G. Joensen 3, Rói Ellefsen á Skipagøtu 2, Baldur Gillason 1, Poul Símun í Garði 1, Bogi Hansen 1, Rókur Ziskason 1. 

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KÍF1302552
 H711302642
 TEAM KLAKSVÍK1323112
 STÍF1252501
 KYNDIL25155-41
 NEISTIN13132-10
 VÍF12530-50