H71 møtir eysturríkskum liði í Europa Cup

Fyrsta umfar verur avgreitt í oktober

Lutakast hevur verið til European Cup kappingina hjá kvinnum.

 

H71-kvinnur møta SC Witasek Ferlach úr Eysturríki.

 

Eysturríkska liðið tók ikki lut í nakrari evropeiskari kapping farna kappingarár. Liðið gjørdist nummar trý í bestu eysturríksku deildini.

 

59 lið lið taka lut í European Cup hjá kvinnum komandi kappingarár. Fyrstu dystirnir skulu leikast vikuskiftini 8./9. oktober og 15./16. oktober. Um bæði liðini semjast um tað, kunnu báðir dystirnir avgreiðast sama stað, sama vikuskiftið.