H71 vann á StÍF - Javnleikur millum Stjørnuna og Neistan

Eisini í SMS-deildini er stigatalvan spennandi

 

Tveir dystir vóru leiktir í SMS-deildini í dag.

 

Í KÍ-høllini í Klaksvík endaði dysturin við javnleiki 24-24. Í steðginum var Stjørnan á odda 14-12. Stjørnan kann staðfestast at vera eitt gott boð at vinna seg í FM-hálvfinalurnar. 

 

Stjørnan-Neistin 24-24 (14-12)

 

Málskjúttar Stjørnan: Joan Sørensen 6, Katrin Bertholdsen 4, Durita C. Jojic 4, Malene Madsen 3, Jancy Jacobsen 3, Tóra Eliasen 2, Sonja á Bergi 2, 

 

Málskjúttar Neistin: Frida H. Jacobsen 7, Nada Pejovic 4, Hervør Niclasen 4, Sólbjørt Høj 2, Maria P. Nólsoy 2, Petra Larsen 2, Sára S. Mikkelsen 1, Rakul Magnussen 1, Ingunn Kristina Persson 1. 

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 26-24 á verandi Føroyameistarunum, StÍF. Í steðginum var StÍF á odda 11-10. Verandi FM-vinnarar hava tapt tríggjar av fimm teimum fyrstu dystunum í ár. 

 

H71-StÍF 26-24 (10-11)

 

Málskjúttar H71: Jana Mittún 8, Brynhild Pállsdóttir 5, Maria H. Weyhe 5, Lív B. Zachariassen 2, Lükka Arge 2, Elsa Egholm 1, Rannvá Olsen 1, Vár B. Zachariassen 1, Bjørk Brimnes 1. 

 

Málskjúttar StÍF: Poula Dulavík 5, Mao Otani 5, Haruka Gima 5, Rebekka Justinussen 5, Karina B. Høgnesen 2, Guðrið Ellingsgaard 2. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL5149106439
 H71411888307
 NEISTIN5132106267
 STJØRNAN411880385
 STÍF511310944
 VB476126-500
 EB579170-910