Håkan: Mugu hava eina sterkari ligu og fótbóltshallir (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig hevur gjørt við landsliðsvenjaran, Håkan Ericson

##med2##

 

Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið Nations League dyst móti Litava á útivølli. Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

Petur Asbjørn Lervig hevur gjørt nakrar undansamrøður við landsliðsleikarar.

 

Millum teir Petur Asbjørn fekk orðið á ígjár var landsliðsvenjarin, Håkan Ericson.

 

Umframt at taka samanum tey fyrstu trý árini við Håkan við róðrið umrøddu teir eisini hvat bøtast kann um í føroyskum fótbólti.

 

Millum tað, ið kann bøta væl um er, at tey sterkastu liðini í Føroyum møtast oftari, so leikararnir vera betri bjálvaðir til altjóða dystir. Eitt annað, ið Håkan heldur tíðin er búgvin til í Føroyum er at byggja innandura fótbóltshallir, so spælast og venjast kann alt árið. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna. 

 

Samrøða úr Litava við Håkan Ericson, landsliðsvenjara

Samrøða úr Litava við Håkan Ericson, landsliðsvenjara