Håkan sá trý stjørnuskot

Landsliðsvenjarin fer klokkan 10 í morgin at boða frá, hvørjir vera við í hópinum, nú fýra dystir í Nations League eru á skránni

Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi er sjálvskrivaður á landsliðnum, og tað kann væl vera, at Mads Bo Mikkelsen hjá KÍ nú fer at fáa landsliðsboð fyri fyrstu ferð

Klokkan 10 í morgin fer Håkan Ericson landsliðsvenjari at kunngera, hvørjum spælarum hann fer at senda boð eftir í sambandi við dystirnar í Nations League, sum vera í juni mánað.

 

Føroyar eru í nýggju Nations League kappingini í bólki við Turkalandi, Luksemburg og Litava, og fýra dystir vera í juni:

 

4. juni    Turkaland – Føroyar

 

7. juni    Føroyar – Luksemburg

 

11. juni  Føroyar – Litava

 

14. juni  Luksemburg – Føroyar

 

 

 

Tá ið landsliðið var á venjingarlegu í Spania síðst í mars, vóru 23 spælarar við í ferðalagnum.

 

Nú meiri enn ein triðingur er farin av landskappingini, er KÍ greitt oddalið, og Víkingur er klárt nummar tvey. Í dag var landsliðsvenjarin í Sarpugerði, tá ið toppdysturin millum Víking og KÍ endaði málleysur.

 

Av teimum á vøllinum í Sarpugerði í dag vóru fýra KÍ spælarar á vøllinum, tá ið vinardysturin ímóti Liktinstein síðst í mars í Spania endaði við føroyskum 1-0 sigri – Odmar Færø, Jákup B. Andreasen, René S. Joensen og Jóannes Bjartalíð.

 

Tveir spælarar hjá Víkingi vóru á vøllinum ímóti Liktinstein – brøðurnir Gunnar og Sølvi Vatnhamar.

 

Tað er neyvan nakar ivi um, at allir hesir seks eru millum teir, sum í morgin fara at fáa landsliðsboð. Heini Vatnsdal úr KÍ gav avboð til venjingarleguna, tí hann var skaddur. Hann man eisini fara at fáa landsliðsboð. Páll A. Klettskarð hevur higartil í ár verið betri fyri, enn hann kanska nakrantíð áður hevur verið. Tí er tað ikki óhugsandi, at landsliðsvenjarin í morgin fer at senda boð eftir 32 ára gamla Pálli A. Klettskarð, sum fyri 13. og higartil seinastu ferð var á landsliðnum í málleysa HM undankappingardystinum ímóti Malta í mars í 2017.

 

Hjá Víkingi hava vongverjin í høgru Bárður J. Hansen, sentralu miðvallararnir Géza Dávid Turi og Noah Mneney og framrættaði Olaf Bárðarson verið millum teir mest eyðsýndu higartil í ár. Géza Dávid Turi átti at verið sjálvskrivaður landsliðsspælari, men hann bíðar framvegis eftir at fáa formligu viðurskiftini viðvíkjandi heimarætti upp á pláss. Géza hevur so at siga alla sína tíð búð í Føroyum, men hann varð føddur í Ungarn og hevur ungverskan heimarætt.

 

Bárður J. Hansen hevur higartil í ár verið besti høgri vongverjin, og hann eigur at vera sjálvskrivaður í landsliðshópinum. 19 ára gamli Noah Mneney var sera eyðsýndur í dag. Ivaleyst er hann evni til landsliðið, og hann fer í hvussu so er at fáa boð at vera við á U-21 landsliðnum soleiðis, sum 18 ára gamli Olaf Bárðarson eisini verður.

 

Í dag var Mads Bo Mikkelsen vongverji í høgru hjá KÍ. Hann hevur verið fínur í ár, og serliga eyðsýndur hevur hann verið sum sentralur miðvallari. 21 ára gamli Mads Bo Mikkelsen hevur verið fimm ferðir á U-21 landsliðnum. Avrikini hjá honum higartil í ár og eisini í dag ímóti Víkingi eiga at vera góð borgan fyri, at hann fær landsliðsboð.

 

Út frá tí, sum landsliðsvenjarin sá í Sarpugerði í dag, og sum er avrikað higartil í ár í landskappingini kann tað væl vera, at Mads Bo Mikkelsen, Bárður J. Hansen og Noah Mneney í morgin fara at fáa landsliðsboð.

 

Málverjin hjá EB/Streymi, Kristian Joensen, hevur ikki enn spælt á A-landsliðnum. Hann var í fleiri ár fastur maður í landsliðshópinum, men hann misti plássið, tá ið hann í fjør misti plássið millum stólparnar hjá KÍ. Higartil í ár hevur hann verið sannførandi millum stólparnar hjá EB/Streymi, og tað kann væl vera, at hann í morgin fer at fáa landsliðsboð.

 

Onkrir av teimum, sum plaga at vera fastir menn á landsliðnum, eru ikki tøkir. Millum hesar er Jóan Símun Edmundsson, ið er farin at venja aftur, eftir at hann er skurðviðgjørdur í rygginum, Brandur Hendriksson Olsen, sum sleit krossbandið fyrr í ár, og so er tað Petur Knudsen, sum leingi hevur verið skaddur, men sum nú so smátt er við at koma seg aftur.

 

Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi er sjálvskrivaður á landsliðnum, og tað kann væl vera, at Mads Bo Mikkelsen hjá KÍ nú fer at fáa landsliðsboð fyri fyrstu ferð