Hægstirættur í Ísrael givið Netanyahu boð um at koyra ráðharra

Av teimum 11 hægstarrættardómarunum í Ísrael, siga 10, at leiðarin í ultraortodoksa Shas-flokkinum ikki kann vera ráðharri.

 

Aryeh Deri, leiðari í ultraortodoksa Shas-flokkinum, er ein týðandi liður í sera konservativu stjórnini hjá Benjamin Netanyahu í Ísrael. (Arkivfoto) - Foto: Ronen Zvulun/Reuters

Israelski hægstirættur hevur givið forsætisráðharranum Benjamin netanyahu boð um at koyra innanríkis- og heilsumálaráðharran, Aryeh Deri. Tað sæst í boðum frá hægstarætti, skrivar Reuters.

Orsøkin er, at Deri í fjør var kendur sekur í skattaundandrátti.

Hann slapp undan fongsulsdómi við at gera semju og viðganga seg sekan. Í staðin fekk hann eina bót svarandi til umleið 362.000 krónur og misti sæti í tjóðartinginum.

Av teimum 11 dómarunum í hægstarætti halda tíggju, at dómurin merkir, at Deri ikki kann vera ráðharri.

– Meirilutin av dómarunum hava gjørt av, at hendan tilnevndini er sera órímuglig, og tí skal forsætisráðharrin koyra hann úr embæti, verður sagt í niðurstøðu úr avgerðini hjá hægstarætti.

Deri er leiðari í ultraortodoksa flokkinum Shas, sum er ein týðandi brikkur í høgrastjórnini hjá Netanyahu.

Hann hevur higartil verið innanríkis- og heilsumálaráðharri, og skuldi seinni taka yvir sum fíggjarmálaráðharri sum liður í eini umskiftingarætlan, sum er avtalað millum stjórnarflokkarnar.

Shas-flokkurin fordømir avgerðina frá ísraelska hægstarætti.

Enn hevur Netanyahu, sum tók við sum sum forsætisráðharri í desember, ikki viðmerkt avgerðina hjá hægstarætti.

Frammanundan eru viðurskiftini millum stjórnina og hægstarætt sera spent. Tað er av nýskipanarætlanunum, sum stjórnin hevur lagt fram, og sum sambært millum annað formanninum í hægstarætti fara at føra til økta politiska ávirkan á rættarskipanina.

Ætlaða nýskipanin fer at merkja, at avgerðir hjá hægstarætti vera avmarkaðar, tá tað snýr seg um stjórnartiltøk ella lógir.

Samstundis fáa politikarar meira at skula hava sagt, tá nýggir dómarar skulu tilnevnast.

/ritzau/Reuters

 

Aryeh Deri, leiðari í ultraortodoksa Shas-flokkinum, er ein týðandi liður í sera konservativu stjórnini hjá Benjamin Netanyahu í Ísrael. (Arkivfoto) - Foto: Ronen Zvulun/Reuters