Hagen koyrdi á par

Carl I. Hagen, fyrrverandi leiðari av norska Fremskritspartiet, endaði eitt turbulent ár, við nýggjársaftan at koyra á eitt ungt par, sum var farið ein gongutúr.

Koyrikortið varð tikið frá Carl I. Hagen á staðnum, og hann kann nú rokna við, at brúka apostlarnar í hálvt ár.

Tey ákoyrdu eru David Wagemann og Bettina Håberg Badendyck. David sigur, at hann minnist bara, at hann knappliga lá á vegnum, og at Eli og Carl I. Hagen komu úr bilinum og søgdu, at tey ikki høvdu sæð tey bæði.

Tað var beint eftir klokkan 18.40 nýggjársaftan, at parið fór ein túr gjøgnum Frognerparken í Oslo. Saman við konuni, Eli, var Carl I. Hagen á veg til nýggjársveitslu, tá óhappið hendi.

Tað skrivar norska VG.Nett.