Hákun West av Teigum var aftur toppskjútti hjá Skanderborg Århus í dag.
Hákun skoraði sjey mál tá Skanderborg Århus í heimadysti í bólki 1 í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini vann 31-28 á Ribe-Esbjerg. Í steðginum var Skanderborg Århus á odda 12-9.
Skanderborg Århus er næstfremst við trimum stigum, trý stig aftanfyri GOG. Tvey tey fremstu liðini vinna seg í hálvfinalurnar.
Komandi leygarkvøld spælir Skanderborg Århus á heimavølli móti GOG.
Bólkur 1 | Lið: | Dystir | |
1 | GOG | 2 | 6 stig |
2 | Skanderborg Aarhus | 2 | 3 stig |
3 | Bjerringbro/Silkeborg | 2 | 2 stig |
4 | Ribe-Esbjerg | 2 | 0 stig |