Hákun: Eg geri kappingarárið liðugt í Skanderborg-Århus (FM1)

(FM1) Hákun West av Teigum og Sonni Larsen, landsliðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum vóru gestir í Hondbóltspanelinum fyrrapartin í dag

##med2##

 

Ásbjørn N. Nattestad hevði tveir spennandi gestir í sendingini Hondbóltspanelið á FM1 fyrrapartin í dag.

 

Fyrri gesturin var landsliðsleikarin og høgri vongurin hjá Skanderborg/Århus í bestu donsku hondbóltsdeildini, Hákun West av Teigum.

 

Hákun staðfesti, at hann fer ikki til Berlin nú fyri at traðka til í Füchse Berlin. Skiftið til Füchse Berlin fer fram sum upprunaliga ætlað, komandi summar.

 

Hákun er sera fegin um tíðina hann hevur havt í Skanderborg, ið hevur ment hann nógv sum hondbóltsleikara. Hákun ynskir tó at betra seg alla tíðina, og hann heldur, at tað er serliga í verjupartinum, at hann kann betra seg.

 

Seinni gesturin hjá Ásbirni var landsliðsvenjarin hjá kvinnulandsliðnum, Sonni Larsen sum eftirmetti avrikið móti Kosovo, har Sonni serliga er harmur um verjupartin í tí tepra samlaða ósigrinum móti Kosovo í HM-undankappingini. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

 

Hondbóltspanelið. Gestir: Hákun West av Teigum og Sonni Larsen

Hondbóltspanelið. Gestir: Hákun West av Teigum og Sonni Larsen