Hákun fekk eitt mál í heimasigri hjá Skanderborg

Skanderborg Århus liggur á einum triðja plássi í bestu donsku hondbóltsdeildini

Seinnapartin tók liðið hjá Hákuni West av Teigum, Skanderborg Århus móti Skive á heimavølli í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Tað gjørdist talan um ein ein rættiliga greiðan 29-23 sigur til Skanderborg Århus, ið hevði greitt munin í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Skanderborg Århus á odda 18-12.

 

Hákun West av Teigum skoraði eitt mál fyri Skanderborg Århus í dag. 

 

Skanderborg Århus liggur á einum triðja plássi við 10 stigum fyri seks dystir. GOG er á odda við 12 stigum. Nummar tvey er Ålborg við 10 stigum, men við betri málmuni enn Skanderborg Århus.

 

Komandi leygardag spælir Skanderborg Århus móti Bjerringbro/Silkeborg, ið liggur eitt stig aftanfyri Skanderborg Århus.