Hákun Mortensen í Havn 90 ár

Hákun er havnarmaður, og hevur hann alt sítt vaksna lív arbeitt sum rør- og blikksmiður.

Hann fór sum 13-14 ára gamal í læru hjá P/F Mariu Poulsen, har hann arbeiddi í mong ár.

 

Tey seinastu nógvu árini hevur hann arbeitt sum sjálvstøðugur, og var virkin langt upp í áttatiárini.

 

Hákun vaks upp niðri í Conradsbrekku. Eftir at hann og Hjørdist giftust, fluttu tey út í Tórfinsgøtu 28, og har búgva tey enn.

 

Handalagið er gott, og Hákun hevur altíð trivist best, tá hann hevur okkurt at gera. Í frítíðini hevur hann íðkað fimleik hjá Havnar Fimeikafelag, hann hevur eisini gjørt grindaknívar, smúkkur og flaggstengur úr beini og ymiskt annað. Honum dámar væl at ganga túrar og at ferðast. Hann hevur t.d. verið við á oyggjaleikunum nakrar ferðir og eisini verið manga bussferðina uttanlands.

 

Hákun er ein persónligheit og ein býarmynd í Havn – er ofta í føroyskari húgvu ella í keppi. Hann er lættur at koma á tal við, er hittinorðaður og dugir væl at taka til.

 

Eisini er hann ein íðin HB-viðhaldsmaður og er til flestu dystirnar hjá HB, bæði í Havn og aðrastaðni í landinum.

 

Hákun er næstyngstur av teimum 12 børnunum hjá Helenu, f. Mouritsen, og Thomas Juel Mortensen í Havn. Raðfylgjan er hendan: Mourits, Óli, Maren Susanne (Marsanna), Jona, John Sofus (Jon), Jens Wenningsted (Wenna), Arne, Ebbe, Finn, Helgi, Hákun og Anna Louisa. Hákun er einasti teirra, ið eftir er á lívi.

 

Hákun er giftist Hjørdis, f. Petersen úr Kollafirði. Í fjør kundu tey hátíðarhalda diamantbrúdleyp.

 

Tey áttu døturnar Elsebeth og Dianu, sum andaðist í 2017, 53 ára gomul.

 

 

 

Tá Havnar Fimleikafelag fylit 100 ár í desember í 2009 hevði Sosialurin hesa samrøðu við Hákun Mortensen:

 

 

 

 

 

»Elsti fimleikarin í felagnum

 

78 ára gamli Hákun Mortensen er elsti limurin í Havnar Fimleikafelag, og hann er sannførdur um, at bæði ungdómur og eldri fólk gera gott av fimleiki. – Tey ungu spæla alt ov nógv bólt, heldur enn at gera fimleik, sigur hann.

 

 

 

Í umleið 70 av teimum 100 árunum, Havnar Fimleikafelag hevur verið til, hevur Hákun Mortensen verið limur í felagnum.

 

– Tað er hopileyst at siga. Áramálið dugi eg ikki at siga, men vit hava gjørt hetta slagið av fimleiki í 30 ár, tvey kvøld um vikuna. Men nær eg byrjaði at gera fimleik, tað dugi eg ikki at siga. Eg havi altíð gjørt fimleik, sigur Hákun Mortensen.

 

Til hátíðarløtuna í gjár vóru fleiri hundrað fólk í øllum aldri, tey yngru hevur Hákun eisini eina meining um.

 

– Eg haldi bara tað, at tað sum ofta er galið í skúlunum er at tey gera ov lítið av fimleiki. Tey spæla mest bólt. Tey hava nógvar góðar hallir, men tað verður ov nógv spælt, heldur eldri fimleikarin.

 

 

 

Er væl fyri

 

Til upphitingina klokkan 17 á ovara vøllin í Gundadali smíltist Hákun Mortensen saman við øllum hinum.

 

– Fólk smílast, tí tey eru væl fyri. Eg eri ein maður, sum arbeiðir um dagin og geri fimleik um kvøldið, og tað er fínar greiðir. Tað skuldu øll byrjað uppá, heldur Hákun.

 

Hann sigur eisini, at tey bestu tingini við fimleikinum er venjingin, samanhaldið og veitslurnar.

 

 

 

Eitt afturat

 

Hóast Hákun Mortensen er 78 ára gamal, so er hann sannførdur um, at hann tekur minst eitt ár afturat í fimleiki.

 

– Eg taki eitt afturat, og tað havi eg sagt í fleiri ár, sigur hann.

 

Og leggur afturat, at hann ikki kemur burtur úr fimleikinum saman við eini 20 øðrum eldri monnum.«