Hákun og liðfelagarnir taptu greitt fyri oddaliðnum

Skanderborg Århus má nú stríðast fyri at vinna annað plássið í bólkinum

Hákun West av Teigum skoraði eitt mál tá hann og liðfelagarnir í Skanderborg Århus á heimavølli vóru fyri 24-29 tapi móti oddaliðnum í bólki 1 í endaspælinum, GOG.

 

Í fyrra hálvleiki var Skanderborg Århus munandi betri við, og í steðginum var støðan javnleikur 13-13. Í seinna hálvleiki vísti GOG tó sína styrki. 

 

GOG er greitt oddalið í bólki 1 við átta stigum. Skanderborg Århus hevur trý stig, Bjerringbro-Silkeborg hevur tvey stig og aftast er Ribe-Esbjerg við ongum stigi. 

 

Komandi leygardag spælir Skanderborg Århus móti Ribe Esbjerg á útivølli. Hákun og liðfelagarnir mugu tryggja sær annað plássið í bólkinum fyri at vinna seg í hálvfinalurnar.