Hákun West av Teigum skoraði trý mál uppá sjey málroyndir, tá hann og liðfelagarnir í Skanderborg-Århus vóru fyri einum sera beiskum 27-28 tapi fyri Holstebro á útivølli í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Tá klokkan vísti 59:29 skoraði Hákun til 27-27, men tað eydnaðist ikki at verja javnleikin heim, tí tá klokkan víst 59:59 skoraði Nikolaj Markussen sigursmálið fyri Holstebro.
Í steðginum var Skanderborg-Århus á odda 13-11.
Skanderborg-Århus hevur tapt tríggjar teir fyrstu dystirnar í bestu deildini hetta kappingarárið.
Komandi leygardag tekur Skanderborg-Århus móti Ribe-Esbjerg á heimavølli.