Hákun og Skanderborg-Århus vunnu trygt á útivølli

Skanderborg-Århus hevur fult stigatal aftaná tríggjar teir fyrstu dystirnar í landskappingini higartil

Hákun West á Teigum skoraði eitt mál tá lið hansara, Skanderborg-Århus í útidysti í bestu donsku hondbóltsdeildini vann 31-24 á Lemvig. Í steðginum var Skanderborg-Århus á odda 16-11,

 

Skanderborg-Århus hevur fingið eina góða byrjan uppá kappingina við trimum sigrum í trimum teimum fyrstu dystunum hetta kappingarárið.

 

Skanderborg-Århus liggur í oddinum við seks stigum saman við AaB, GOG, Skjern og Fredericia.

 

Komandi leygardag tekur Skanderborg-Århus móti AaB í einum oddabraki har bæði liðini hava seks stig hvør.