Hákun skoraði fimm mál í heimasigri hjá Skanderborg Århus

Leingi gekk tað eftir hæli hjá Skanderborg Århus, ið tó megnaði at vinna dystin móti Fredericia

Hákun West av Teigum skoraði fimm mál tá lið hansara, Skanderborg Århus í heimadysti í bestu donsku hondbóltsdeildini vann 35-32 á Fredericia, ið var eitt stig frammanfyri Skanderborg Århus undan dystinum.

 

Leingi sá tað heldur svart út hjá Skanderborg Århus. Í steðginum var Fredericia á odda 17-13, og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki hildu teir munin. Við støðuna 20-16 til Fredericia skoraði Hákun tvey mál á rað og minkaði um munin til 20-18. Nú byrjaði Skanderborg Århus at fáa betur tak á dystinum og kom uppá javnleik 21-21. Nú leikaði javnt á. Fredericia kom á odda 25-24, men so megnaði Skanderborg Århus at venda tað til 26-25 til heimaliðið. Heimaliðið kom á odda 31-28, men so megnaði Fredericia at minka um til 31-30 áðrenn heimaliðið aftur fekk tak á dystinum og vann at enda 35-32.

 

6. desember spælir Skanderborg Århus á útivølli móti Holstebro.

 

 

 

Nr.LIÐ:DYSTIR:STIG:
1GOG1122
2Aalborg1118
3Skanderborg Aarhus1216
4Fredericia1215
5Skjern1113
6Bjerringbro/Silkeborg1213
7Lemvig-Thyborøn 1212
8TTH Holstebro1212
9TMS Ringsted1110
10SønderjyskE129
11Ribe-Esbjerg118
12Mors-Thy127
13KIF Kolding116
14Skive116
15Nordsjælland115