Hákun skoraði sjey mál í útisigri hjá Skanderborg-Århus

Skanderborg-Århus vann seg upp á triðja plássi í kvøld

Tað gekk framúr væl hjá Hákuni West á Teigum at skjóta mál frá høgra veingi fyri Skanderborg-Århus í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.

 

Skanderborg-Århus spældi í kvøld á útivølli móti Ribe-Esbjerg, og eydnaðist tað Skanderborg-Århus at vinna dystin 31-28. Í steðginum var útiliðið á odda 17-13.

 

Hákun gjørdi tað framúr gott í kvøld við at skjóta sjey mál fyri Skanderborg-Århus.

 

Skanderborg-Århus vann seg við sigrinum upp á triðja plássið, har teir hava 12 stig fyri átta dystir. Fýra stig eru upp til oddaliðið, GOG.

 

11. november spælir Skanderborg-Århus á heimavølli móti júst GOG.