Hákun vann - Vilhelm tapti

Tað gjørdist ein misjavnur dagur hjá føroyingaliðunum í bestu donsku hondbóltsdeildini í dag

Bæði føroyingaliðini í bestu donsku hondbóltsdeildini vóru í eldinum í dag.

 

Hákun West á Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg-Århus vunnu ein tepran 32-30 sigur á Midtjyllandi á útivølli.

 

Midtjylland skoraði til 30-31 tá 47 sekund vóru eftir av dystinum. Tað eydnaðist Skanderborg-Århus at halda høvdið kalt, og tá sjey sekund vóru eftir skoraði Torben Petersen sigursmálið til 32-30.

 

Í steðginum var Skanderborg-Århus á odda 18-15.

 

Í dag skoraði Hákun fýra mál. 

 

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn høvdu torføran útidyst móti toppliðnum, GOG.

 

GOG vann ein greiðan 33-28 sigur. Í steðginum var GOG á odda 24-14.

 

Vilhelm skoraði eitt mál fyri Lemvig-Thyborøn í dag. 

 

Skanderborg-Århus er nummar níggju við 10 stigum. 

 

Lemvig-Thyborøn er næstaftast við fýra stigum.

 

Komandi týskvøld spælir Skanderborg-Århus móti Fredericia á heimavølli. Kvøldið aftaná spælir Lemvig-Thyborøn á heimavølli móti Sønderjyske.