Haldane og gomlu myndirnar

Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tann 19. august 1839 verður roknaður sum føðingardagur hjá fotomyndini. Hetta árið og hendan dagin kemur fram, at franski granskarin Louis Daguerre hevur uppfunnið ein hátt, har tað ber til at rúnarbinda eina mynd á eini plátu, sum er fangað gjøgnum eina glaslinsu og sostatt er fotomyndin ein veruleiki.
Og nú gongur menningin við fotomyndini við rúkandi ferð. Fototólið fer út um allan heim. Tað sigst, at H.C. Müller í Havn fær hendur á einum fototóli longu í 1850 ella 11 ár eftir at fototólið er uppfunnið. H. C. Müller dugdi enskt og hevði samband við vísundamenn sum komu hendanvegin. Müller hevði fingið hendur á fototólinum á eini heimsframsýning í London í 1850, um hann sjálvur var har, ella um hann fekk keypt tað gjøgnum aðrar, veit eg ikki.
Fototólið varð ikki sett í eitt skáp. H.C. Müller gjørdist ein íðin fotografur og tók hópatals myndir av fólki og uttanfyri alteliere eisini.
Eitt savn upp á 300 myndir frá H.C: Müller, hetta er bert ein partur av tí hann avmyndaði, eru endað á Føroya Fornminnissavni í Hoyvík, og Haldane Joensen, sum seinastu trý árini hevur starvast sum savnsvørður á myndadeildini á Føroya Fornminnissavni, sitir nú og ger hesar myndir teldutøkar. Tað er um Haldane og myndirnar hendan greinin í høvuðsheitinum snýr seg um.
? Myndirnar hjá H.C. Müller eru absolut tær elstu myndirnar vit eiga í Føroyum sum eitt stórt savn. Hann tók fleiri túsund myndir og nógvar av teimum eru til enn. Vit fara nú at seta hesar 300 myndirnar í bløðini fyri at vita um vit kunnu fáa fleiri upplýsingar um tær. Men sjálvandi er tað ikki lætt, tí myndirnar eru nú so gamlar, at ongin minnist tey, sum eru á teimum, sigur Haldane og svingar eina negativrammu til eina glasplátu. Hann er helst tann føroyingurin í dag, sum hevur størstu royndirnar vid at scanna gamlar glasmyndir.
Hetta er ein heimur fyri seg, myndasavnið á Fornminnisavninum í Hoyvík. goymslan er í sjálvum fjósinum hjá Royndarstøðini. Her er nossligt inni og skil í. Ólavur Øster hevur í mong ár havt skil á sjálvum savninum. Hann heldur til uppi á loftinum. Niðri undir situr Haldane og fær tær gomlu myndirnar teldutøkar. Hann hevur scannað fleiri túsund, men hann er ongan veg komin. Savnið goymir millum 300 og 400.000 myndir og bert ein lítil partur, er scannaður enn. Og so leingi, sum myndirnar eru bundnar í negativum ella í pappírsmyndum inni í goymslunum, so eru tær nógv minni atkomiligar hjá almenninginum, enn tá tær eru teldutøkar.
? Vit hava nógvar myndir sum vit næstan einki vita um og tí hevur tað verið ógvuliga stór hjálp at lýsa myndirnar upp í bløðunum. Dimmalætting hevur gjøgnum mong ár havt gamlar myndir í blaðnum og nógvir upplýsingar eru fingnir til vega frá lesarunum. Seinnu árini hava eisini nógvar myndir staðið í FF blaðnum, og nú í seinastuni hava vit eisini havt myndir í Vikublaðnum. Av øllum teimum myndunum vit senda út, fáa vit upplýsningar um fleiri myndir, kanska eini 15 prosent, sigur Haldane Joensen, og letur ikki illa at hetta er slett ikki so lítið í hansara bransju.
? Vit fara eisini út til eldri fólk við myndum fyri at vita um vit kunnu fáa nakað at vita. Og tað hendir meira enn so, at vit koma aftur við fongi.Eitt nú var eg við eini gamlari konfirmatiónsmynd og vísti Onnu Askham hana. Hon var tá 103 ára gomul og hon kendi øll á myndini og eisini hvørji eyknevni tey høvdu. Anna livir enn, Eg havi eisini verið í Tilhaldinum, og har eru nógv sum kenna, sigur Haldane Joensen.
Hóast nógvar myndir eru á Fornminnissavninum, so eru kanska eins nógvar úti hjá privatum fólki, og Fornminnissavnið hevur áhuga í hesum myndum.
? Fólk eru vælkomin at senda myndir inn og vilja tey ikki av við orginalin, so ber til hjá okkum at scanna myndirnar og tey fáa orginalin aftur. Tað hevur stóran týdning fyri okkum at fáa so nógvar upplýsingar sum gjørligt frá fólki um myndirnar, sigur Haldane.
Tað hevur eydnast Føroya Fornminnissavni at skapa eitt gott umhvørvi fyri teimum, sum hava áhuga fyri gomlum myndum í savninum í Hoyvík. Enn eru bara 17-18.000 myndir scannaðar. Tá tað velst um aðrar myndir, so er tað Ólavur Øster, sum hevur skil á tí. Hann hevur seinastu mongu árini bygd myndasavnið upp og tað gongur ikki drúgv tí frá tú hevur spurt hann um okkurt, til hann kann siga um myndin er á savninum ella ikki. Við tí tøkniligu menning sum er í dag, so ganga tað neyvan nógv ár, so er hvør einasta mynd í savninum teldutøk, og hvør veit, kanska vit kunnu sita heima og hyggja eftir gomlu myndunum í savninum. Hetta er longur gjørligt á søvnum úti í heimi.
At Føroya Fornminnissavn gjørdi av, at seta ein mann burtur av til at gera gomlu myndirnar teldutøkar hevur longu givið úrslit. Stór søvn eru teldutøk í dag. Eitt nú stóra savnið hjá Absalon Joensen presti, sum telir 12.000 myndir. Absalon hevur ikki tikið allar hesar myndirnar. Eini 9000 eru frá hansara hond, hinar eru myndir hann hevði í varðveitslu. Við hesum myndum kann tú fáa eina heilt aðra mynd av Føroyum fyrst í seinastu øld og teldurnar gera tað møguligt skjótt at leita í gjøgnum savnið. Var alt savnið á Føroya Fornminnissavni teldutøkt, so hevði verið talan um ein gullgrip, sum lættliga kundi komið einum og hvørjum áhug-aðum í hendi gjøgnum telduna og alnótina.
Haldane situr enn og scannar, og nógv eru tey sum koma niðan á Fornminnissavnið at vitja hann og práta um myndir, ella lata myndir inn til scanningar. Men hann ger eisini annað.
? Eg geri eisini uppsøkjandi arbeiði. Sendi avrit av myndum til fólk og fái upplýsingar um myndirnar. Eg havi enntá sent myndir til Danmarkar. Tað er altíð stuttligt at frætta aftur.
Haldane hevur tykist vid mangt og hvat áðrenn hann kom á Fornminnissavnið. Hann hevur verið tekniskur assistentur og eitt skifti var hann læraravikarur í Mikinesi og Gásadali. Tað er líkasum ein onnur søgan, men ein partur av henni hevur við hesa grein at gera. Haldane dámar væl at ganga í fjøllunum. Ganga er kanska í so nógv avgjørt, tí vinir hansara á fjøllunum halda hann heldur renna enn ganga. Kappingarandin kemur í hann, sær hann ein fjallatind og hann vil vera fyrstur niðaná. Hann hevur millum annað gingið við posti eitt skifti millum Bø og Gásadals. Eitt hevur hann fingið burtur úr gongdini í hæddunum kring landið. Tað fellir honum ikki tungt at kenna landsløg aftur á myndunum í myndasavninium Heima á Garði í Hoyvík.