Hálendskur seglbátur eftirlýstur í Grønlandi

- Familjan hevur einki hoyrt frá manninum síðan hin 8. august, sigur Grønlands Politi.

 

 

Grønlands Politi hevur í vikuni eftirlýst ein hálendskan seglbát, nevndur Laurel. Talan er um ein mann, sum familjan í Hálandi ikki hevur hoyrt frá síðan hin 8. august.

 

Báturin skuldi eftir ætlan verið komin úr Íslandi, haðani hann fór 8. august og skuldi verið komin til Grønlands hin 22. august.

 

- Maðurin hevur greitt familjuni frá, at hann skuldi sigla 180 sjómíl til fyrsta stað í Grønlandi, og tí rokna vit við, at maðurin var á veg móti Suðurgrønlandi, skrivar Grønlands Politi í tíðindaskrivi í samband við eftirlýsingina.

 

Fyrr í vikuni setti Arktisk Kommando eina leiting í verk, og ætlanin var eisini at flúgva leiðina, har hugsandi er, at seglbáturin kann vera staddur.

 

- Vit heita á øll, bæði vinnurekandi fiskimenn og frítíðarsiglarar, um at hava eitt vakið eygað eftir bátinum, Laurel, og serliga er umráðandi at hava eyguni við sær í syðra parti av Grønlandi, sigur Grønlands Politi.