Hallby er eitt stig frá einum endaspælsplássi

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby vunnu á heimavølli

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby spældu í kvøld dyst á heimavølli í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Í Idrotshuset í Jönköping eydnaðist tað Hallby at vinna 32-30 á Alingsås. Í steðginum var Alingsås á odda 20-17. Hallby vann tó seinna hálvleik 15-10, og harvið dystin 32-30. Rói var noteraður fyri eitt mál.

 

Hallby er nummar 12 í deildini við átta stigum. Men Hallby er bert eitt stig frá áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið við lokið grundspæl. Á áttanda plássinum hevur Helsingborg níggju stig. 

 

Komandi hóskvøld klokkan 18 hevur Hallby dyst á útivølli móti Västerås.