Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Dysturin var ímóti OV Helsingborg.
Tað eydnaðist heimaliðnum at vinna dystin 28-23. Í steðginum var Helsingborg á odda 15-11.
Rói skoraði trý mál og legði upp til eitt mál hjá Hallby. Rói var sambært hagtølunum næst effektivasti leikarin hjá Hallby. Bert Robert Ladan, ið skoraði níggju mál var betri á tí yvirlitinum.
Hallby hevur bert eitt stig aftaná tríggjar teir fyrstu dystirnar.
Komandi mikukvøld klokkan 18 verður føroyinga- og systkinabarna uppgerð. Tá koma Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og hinir í Sävehof á vitjan í Jönköping at spæla dyst móti Hallby.