Hallur: Eg vildi ikki býtt 15 ár uttanlands um við nakað (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við landsliðsliðskiparan, Hall Hansson

##med2##

 

Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið Nations League dyst móti Litava á útivølli. Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

Petur Asbjørn Lervig hevur gjørt nakrar undansamrøður við landsliðsleikarar.

 

Millum teir Petur Asbjørn fekk orðið á ígjár var landsliðsliðskiparin, Hallur Hansson.

 

Hallur og Petur Asbjørn umrøddu hvussu skiftið hevur verið hjá Halli frá, at hann var ein av teimum yngru leikarunum, og nú er millum teir mest royndu á landsliðnum.

 

Hallur og Petur Asbjørn umrøddu eisini fótbóltsyrkisleiðina hjá Halli, og slóg Hallur fast, at hann vildi ikki býtt tey 15 árini uttanlands um við nakað.

 

Um hann er nøgdur við Nations League higartil, svarar Hallur: - Spyr meg aftaná dystirnir móti Litava og Turkaland eru lidnir. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna.

 

Samrøða úr Litava við Hall Hansson

Samrøða úr Litava við Hall Hansson