Hallur fekk fyrsta málið og javnleik - Kaj Leo leikti eisini javnt

Føroyingaliðini fingu eitt stig hvør

Hallur Hansson skoraði í dag sítt fyrsta mál fyri KR í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, tá lið hann og liðfelagarnir í KR á heimavølli leiktu javnleik 1-1 móti Leiknum. 

 

Tá 10 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki legði Hallur úr stuttari fjarstøðu KR á odda 1-0. Lítlu løtu seinni hevði Hallur ein góðan stútara móti málinum hjá Leiknum, men bólturin fór tíverri framvið málinum.

 

Tá níggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki var tað toppskjúttin í Betrideildini í fjør, Mikkel Dahl sum javnaði fyri Leiknir. Talan var eisini um fyrsta málið hjá Mikkel Dahl í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. 

 

KR 1 - 1 Leiknir R.

 

 1-0 Hallur Hansson ('10)

 

 1-1 Mikkel Dahl ('54)

 

Sunnukvøldið 29. mai verður føroyingauppgerð á Hafnarfirði millum liðið hjá Gunnari Nielsen, FH og KR. 

 

Kaj Leo í Bartalsstovu vitjaði gamlar gøtur, tá hann og liðfelagarnir á liðnum hjá Akranesi leiktu heldur hepnan javnleik 0-0 móti ÍBV úti á Heimey.

 

ÍBV hevði væl fleiri málmøguleikar enn Akranes, og í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat dømdi dómarin brotsspark til heimaliðið. Men lukkutíð fyri Kaj Leo og liðfelagarnar brendi Andri Rúnar Bjarnason brotssparkið fyri ÍBV, so Akranes slapp heimaftur við einum stigi.

 

Komandi sunnukvøld verður føroyingauppgerð á Akranesi millum Akranes og liðið hjá Patriki Johannesen, Keflavík. 

 

Í annaðkvøld verður føroyingauppgerð í Keflavík millum Keflavík og FH. 

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunurStig
1Breiðablik660019:418
2KA751111:416
3Stjarnan742116:1014
4Valur641111:513
5KR73229:611
6Víkingur R.731314:1410
7FH62139:107
8Akranes71337:156
9Fram61238:155
10Keflavík711510:164
11ÍBV70346:133
12Leiknir R.70343:113