Hallur og KR bjargaðu sær stig í 90. minutti

Hallur Hansson og liðfelagarnir í KR brendu illa móti Stjørnuni á útivølli

Hallur Hansson var 77 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í KR í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini vitjaðu Stjørnuna í Garðabær, ið liggur beint uttanfyri Reykjavík.

 

Dysturin endaði við javnleiki 1-1.

 

Heimaliðið, Stjarnan kom á odda tá eitt korter var farið av fyrra hálvleiki.

 

Eftir tað hevði KR nógv teir flestu málmøguleikarnar, og Hallur átti sjálvur at havt javnað til 1-1 undan steðginum, men hann sendi bóltin uppum.

 

Tá 70 minuttir vóru farnir fekk KR tann gyltasta møguleikan, tá Theodór Elmar Bjarnason sendi eitt brotsspark uppum málið hjá Stjarnuni.

 

Tá klokkan vísti 90 minuttir eydnaðist tað loksins hjá KR, tá Atli Sigurjónsson stútaði bóltin í netið til 1-1.

 

Stigið var týdningarmikið, tí Stjarnan sum er næstfremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini hevur 19 stig. KR hevur 16 stig. Breiðablik er langt fremst við 27 stigum.

 

Eftir dystin var Hallur harmur um, at hann og liðfelagarnir ikki betur tóku av málmøguleikunum, men tað bjargaði kvøldinum væl at fáa eitt stig við sær við máli móti dystarenda.

 

Hallur sigur seg vera sera væl móttiknan í KR, og hann trívist sera væl í íslendska høvuðsstaðnum.

 

900 áskoðarar vóru til dystin, og stemningurin var framúr.

 

2. juli tekur KR móti verandi meistarunum, Víkingi Reykjavík á heimavølli.