Av útisetunum hetta vikuskiftið, er tað serliga nógv uppá spæl hjá tveimum liðum uttanlands, ið hava føroyskar leikarar á liðnum.
Hallur spælir fyri at sleppa undan niðurflyting
Fyrst er talan um AC Horsens, har Hallur Hansson dagliga spælir. Teir eru komnir í tí keðiligu støðu í bestu donsku deildini, at teir nú skulu spæla tveir avgerandi dystir um at sleppa undan niðurflyting. Teir spæla í dag tann fyrra av teimum báðum dystunum, tá teir spæla á útivølli móti Esbjerg, og um eina viku verður so seinna uppgerðin spæld, tá AC Horsens hevur heimavøll.
Vendsyssel ætlar sær upp
Eisini Vendsyssel, har René S. Joensen og Meinhard E. Olsen spæla, hava avgerandi dyst í vikuskiftinum. Teir stríðast í oddinum í næstbestu donsku deildini, har góður møguleiki er fyri at tryggja sær uppflyting. Tí er umráðandi hjá teimum at vinna dystin sum teir spæla í morgin, ið er á heimavølli móti HB Køge. Í næstbestu donsku deildini skulu nakrir av hinum føroysku leikarunum eisini í dyst. Viljormur Davidsen og Vejle skulu spæla á heimavølli móti FC Helsingør, meðan Finnur Justinussen og Fremad Amager spæla á heimavølli móti AB.
Gilli móti fyrrverandi føroyingafelagið
Av øðrum útisetum skulu Jóan Símun Edmundsson og Gilli R. Sørensen eisini í dyst í vikuskiftinum. Jóan Símun Edmundsson og OB fáa á heimavølli vitjan av Randers FC, meðan Gilli R. Sørensen skal spæla ímóti fyrrverandi føroyingafelagnum, Sogndal IF á útivølli. Har hava fyrrverandi føroyskir landsliðsleikarar sum Hans Fróði Hansen, Julian Johnsson og Kurt Mørkøre spælt.
Í Íslandi skulu eisini tríggir útisetar í eldin í vikuskiftinum. Jónas Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu skulu spæla á útivølli móti UMF Víkingi, meðan Gunnar Nielsen og FH spæla á heimavølli móti Fjølnir.