Hallur tryggjaði KR víðari luttøku í steypakappingini

Føroyingaliðini, KR og FH hava vunnið seg í fjórðingsfinalurnar

Tað stóð á gomlum nøglum hjá Halli Hansson og liðfeløgunum í KR, ið ferðaðust úr Reykjavík til Njarðvíkar, tætt við Keflavík at spæla áttandapartsfinalu í íslendsku steypakappingini.

 

Njarðvík sum er oddalið í triðbestu deildini beit væl frá sær, og tað sá út til, at dysturin fór til longda leiktíð.

 

Men tá klokkan vísti 84 minuttir traðkaði liðskiparin hjá føroyska landsliðnum í karakter. Sambært Morgunblaðnum var tað við einum framúr vøkrum skoti, ið sat í málhorninum, at Hallur tryggjaði KR ein 1-0 sigur og luttøku í fjórðingsfinalunum. "Glæsilig avgreiðsla" eru orðini Morgunblaðið setir á sigursmálið hjá Halli. 

 

Hetta er annað málið Hallur skorar í íslendsku steypakappingini. Hann skoraði eisini, tá KR vann 3-0 á Stjørnuni í undanfarna umfarinum. 

 

Eitt annað føroyingalið, FH vann seg eisini víðari í fjórðingsfinalurnar. FH uttan Gunnar Nielsen, ið er skaddur vann stórsigur 6-1 á ÍR Reykjavík. Talan er um fyrsta sigurin hjá Eiður Smára Guðjohnsen, síðani hann tók við sum høvuðsvenjari hjá FH.

 

Í annaðkvøld klokkan 20.45 (19.45 íslendska tíð) leika Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Akranesi áttandapartsfinalu á heimavølli móti greiða oddaliðnum í bestu deildini, Breiðablik.