Halt teg til fiskin Kjartan

– Dimmalætting eigur at fáa frið at geva út blaðið og eig­ur ikki at verða hundsað av ein­um mono­pol­s­tovni, sum Prent­mið­­støðini, sum er eitt úrslit av krøv­um frá bank­u­num.

Hetta var partur av við­merk­ing, sum Kjart­an Hoy­dal, fisk­i­frøð­ing­ur, og mill­um ann­að fyrr­ver­andi nevnd­ar­for­mað­ur í At­lant­ic Pet­r­o­l­e­um, hevði til grein á port­ali­num, har orr­ust­an mill­um Prent­mi­ð­støð­ina og Dimma­l­ætt­ing varð umrødd.

Nú er Kjartan Hoydal ikki hvør sum helst. Um­framt at hann hev­ur røkt fleiri á­lit­is­sess­ir her á landi og utt­an­lands, so hev­ur hann eis­ini í nógv ár ver­ið ein fram­stand­andi per­són­ur í før­oysku loys­ing­ar­rør­s­l­uni og í­mynd av víð­gongda vinstr­a­veing­i­num í Før­oy­u­m und­ir kalda kríg­n­um. Mill­um ann­að var hann sera ak­tiv­ur í á­tak­i­num Hes­u­ferð, har hann mill­um ann­að sendi út teld­u­bræv, har heitt varð á tjóð­veld­is­fólk um at venda tá­ver­a­ndi løg­manni bak­ið.

Faktuelt er tað skeivt, tá Kjart­an før­ir fram, at Prent­mið­støð­in var úrs­lit av krøv­um frá bank­u­num. Prent­mið­støð­in var stovn­að sum ein skil­a­góð sam­an­renn­ing av á­huga­mál­um hjá Dimm­a­lætt­ing og Sos­i­al­i­num, sum und­an hes­um hvør í sín­um lagi prent­aðu síni bløð. Tað vildi verið skilaleyst at framt út­bygg­ing­ar hvør í sín­um lagi, og tí varð avgerð tik­in um at gera fel­ags Prent­mið­støð. Ein loysn, sum hevur víst seg at rigga væl, og sum eis­ini stóð sína roynd, hóast Dimma­lætt­ing mátti geva skarv­in yv­ir, tá risa-sats­ing­in við Vik­u­blað­num og Vinn­u­vit­an mis­eydn­að­ist.

Vanliga verður Kjartan rokn­að­ur sum skila­mað­ur, men heldur hann, at »Dimma­lætt­ing eig­ur at fáa frið at geva út blaðið«, uttan at teir skulu gjalda fyri hetta, so er okk­urt rívandi galið við log­ikk­i­num. Ella er hug­sjón­in hjá Kjart­an Hoy­dal, at tú slett ikki nýtist at gjalda fyri tað, tú keypir?

Prentmiðstøðin hevur í fleiri um­før­um mist stórar upp­hædd­ir, tá bløð eru farin av knór­a­num. Tað hendi, tá Vinnu­vitan og Vik­u­blað­ið góv­u­st, og tað hendi so sann­iliga eisini, tá barnið hjá Kjart­ani og onds­fel­øg­um hans­ara – Fregnir – fór av knór­a­num.

Prent­miðstøðin og harvið eis­ini Sosialurin hava longu gold­ið okkara ríkiliga part av blað­útgávum, sum ikki vóru burð­ar­dyggar, og vit kunnu í øll­um førum sláa fast, at tað tíma vit ikki longur.

– Og Kjartan, sjálvt um tú heldur, at summi bara skulu sleppa at renna undan rokn­ing­ini, so gongur tað bara ikki.

Ivaleyst var betur, um Kjar­t­an helt seg til fisk­i­vinn­una, har hann er ein av okk­ara stóru kapacitetum. Bú­skapi hevur hann so eftir øll­um at døma ikki skil fyri.