Hálvfinalan stendur upp á spæl

Hondbóltur: Føroyar fara nú at spæla landsdyst ímóti Estlandi

Mynd: hsf.fo

Klokkan 11.30 fer U-17 landsliðið hjá kvinnum at spæla seinasta dystin í bólkaspælinum í EHF Championship-kappingini í Georgia. Hann er ímóti Estlandi. Føroyar eru favorittur at vinna, og um tað eyndast, so kvalifisera Føroyar seg at spæla í hálvfinaluni.

 

Serbia og Italia hava vunnið ímóti Estlandi 36-13 og 34-15, og Føroyar hava vunnið 27-25 ímóti Italia og spælt 26-26 ímóti Serbia.

 

Tað ber til at fylgja við dystinum á hesi leinkjuni www.ehftv.com

 

Mynd: hsf.fo