Tað hevur vakt ans í Noregi, at embætismenn skulu hitta tveir umboðsmenn hjá Hamas, sum koma til Noregs í næsta mánað eftir innbjóðing frá Palestinanevndini í Oslo.
Uttanríkisráðið hevur gjørt av, at nakrir embætismenn skulu tosa við teir báðar Hamas-umboðsmenninar. Tað hevur fingið øði í Framburðsflokkin, men Jonas Gahr Støre, uttanríkisráðharri, sigur við Dagsavisen, at samskifti er tann besti hátturin at loysa kreppuna í Miðeystri. Hin møguleikin er kríggj, sigur hann. Hann vísir samstundis á, at teir palestinsku umboðsmenninir sleppa ikki at tosa við norskar ráðharrar, men bara embætismenn.
Vit eiga at nýta høvi til at lurta eftir teirra sjónarmiðum og at greiða teimum frá okkara, sigur Jonas Gahr Støre.