Hamburg: Kunnu skerja heita vatnið til húsarhald

Verður gasstrot í Hamburg í vetur, verður heita vatnið til húsarhald skert

(Mynd: Markus Scholz/Ritzau Scanpix)

Tiltøk ímóti Russlandi í sambandi við kríggið í Ukraina hava við sær, at gassveitingin til Europa er skerd. Hetta kann hava við sær gasstrot í fleiri europeiskum londum í vetur.

 

Týskland er eitt av londunum, ið hevur brúkt nógv russiskt gass, og nú fyrireika tey seg til vetur uttan neyðugu orkuveitingina.

 

Í Hamburg hevur umhvørvissenatorurin Jens Kersten í dag boðað frá, at verður gasstrot, kann avleiðingin verða, at veitingin av heitum vatni til húsarhaldini verður skerd.

 

– Koma vit í bráfeingis kreppustøðu og mangla gass, verður heitt vatn bert tøkt part av degnum, sigur Jens Kerstan við Welt am Sonntag.

 

Ritzau skrivar, at týska tilbúgvingarætlanini ásetur, at húsarhaldini og týðandi stovnar sum sjúkrahús skulu raðfestast fram um ídnaðin og vinnulívið, men av tekniskum ávum ber tað ikki til alla staðni í Hamborg. Har verður ógjørligt at skilja ímillum privatar og vinnuligar kundar.

 

Týskland er í løtuni á øðrum stigi í gasstilbúgvingini, og tá ið tey koma á triðja ella fjórða stig, kann gassveitingin til eitt nú vinnulívið skerjast.

 

(Mynd: Markus Scholz/Ritzau Scanpix)