Handverkari til P/f Fjarhitafelagið

 

Fjarhitafelagið bjóðar eitt áhugavert, fjølbroytt og sjálvstøðugt starv í einum avbjóðandi umhvørvi. Felagið stendur fyri at skula gera stórar útbyggingar í Havnini, og fer at leggja um til meira varandi orku. Talan er tí um eitt framsøkið og mennandi starv fyri rætta umsøkjaran.

 


Førleikakrøv

Vit søknast eftir einum handverka. Tann, sum verður settur, hevur útbúgving sum rørsmiður, maskinsmiður, elektrikari ella samsvarandi útbúgving. Vit leggja dent á, at tú hevur góð samstarvsevni, ert arbeiðssamur og nærlagdur.

 


Arbeiðsuppgávur

Umframt vanligar rakstraruppgávur og vaktarskipan fevnir starvið um viðlíkahald av fjarhitanetinum, eftirlit við útbyggingum, kundatænastur og annað.

 


Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Starvið verður sett skjótast til ber.

 


Umsókn

Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skal sendast til:

 


Fjarhitafelagið P/F

Smyrilsvegur 13

Postrúm 3215

110 Tórshavn

Ella í telduposti til: [email protected]

 

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. august.

 


Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hans Chr. Dam, stjóra, á

telefon 319559 ella 214062. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.

 


Meira fæst at vita um Fjarhitafelagið á heimasíðu okkara www.fjarhiti.fo.