Hann fer ikki at blanda seg upp í oljuprísin hjá Effo og Magn

Príshækkingarnar, sum rakar vanlig fólk, er ein tann mest átrokandi trupulleikin í løtuni, heldur løgtingsmaður

 

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Uni Rasmussen, fer ikki at seta mark fyri, hvussu oljan kann kostar. Tað segði hann í Løgtinginum í morgun. Prísirnir eru nógv hækkaðir, eisini prísirnir á olju og í morgun spurdi Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, um eingin ætlan er um at seta prísloft á oljuna fyri at hjálpa um hjá teimum, sum tjena lítið.

 

Hann heldur, at tað letur seg væl gera, tí tað hevur Løgtingið gjørt einaferð áður. Eftir hansara tykki eru príshækkingarnar, sum rakar vanlig fólk í hesum døgum, er ein tann mest átrokandi trupulleikin í føroyska samfelagnum í løtuni.

 

Høgni Hoydal vísir á, at nú fara summir samfelagsbólkar at fáa ein oljustuðul upp á 7.000 krónur, men hann heldur, at Løgtingið má tryggja sær, at hann verður ein verulig hjálp til tey lágløntu og ikki bara endar sum øktur vinningur hjá oljufeløgunum – ella verður etin upp av hækkandi prísum.

 

– Trupulleikin er ikki, at vit mangla pengar, trupulleikin er, at tað er tann stóra fjøldin, sum ber allar byrðarnar, sigur Høgni Hoydal. Hann sigur, at tey, sum vinna av støðuni, eru oljufeløgini, vápnaídnaðurin og tær stóru matvørusamtakini, sum misbrúka støðuna til at skrúva prísirnar upp í loft – og sum kanska enntá hava áhuga í at kríggið heldur fram.

 

Uni Rasmussen sigur, at hetta er ikki ein spurningur, landsstýrið hevur viðgjørt og hann leggur afturat, at hetta er heldur ikki ein vegur, hann væntar at fara. Landsstýrismaðurin varð eisini spurdur um nøkur ætlan er at seta mark fyri, hvussu stóran vinning, oljufeløgini kunnu taka sær – serliga tá ið vit bara hava tvey oljufeløg og at vit sostatt í roynd og veru ikki hava nakra serliga kapping um oljuprísin.

 

Kappingareftirlitið hevur víst á, at oljufeløgini í Føroyum taka sær størri vinning enn oljufeløg í øðrum londum, men landsstýrismaðurin sigur, at hann er heldur ikki sinnaður at seta mark fyri, hvussu stóran vinning, oljufeløgini kunnu taka sær.

 

Hann minnir á, at í seinastuni er prísurin á olju lækkaður nakað aftur, heldur enn at hann er hækkaður og útlitini eru fyri at hann fer at lækka enn meiri næsta ár.

 

Uni Rasmussen væntar ikki, at oljustuðulin bara fer at enda sum øktur vinningur hjá oljufeløgunum, men at hann fer at koma teimum, sum fáa hann, til góðar. Vit skulu ikki blanda okkum ov nógv upp í, hvussu marknaðurin arbeiðir, leggur hann afturat.