Hann hevur gjørt av hvat hann ger - ta fyrstu tíðina

Verður Heðin Mortensen valdur á Løgting 8. desembur, skal hann velja ímillum Vaglið og Løgtingið

Eitt av valevnunum hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvali, er borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen. Men verður hann valdur á Løgting, skal hann velja ímillum at halda fram sum borgarstjóri, ella at taka við sætinum á Løgtingi.

 

Javnaðarflokkurin hevur nevniliga samtykt, at tað løgtingslimir hjá flokkinum kunnu ikki verða borgarstjórar fulla tíð,  samstundis sum tey eru løgtingslimir. Men er talan um eina kommunu við færri enn 500 fólkum, er tað loyvt at vera borgarstjóri og løgtingslimur ísenn.

 

Heðin Mortensen sigur, at hann ætlar sær ikki at sita í báðum størvum í senn, og verður hann valdur, fer hann at taka endaliga støðu.

 

Men hann sigur, at tað fyrstu tíðina fer hann, undir øllum umstøðum, at taka starvið sum borgarstjóri fram um. Hann sigur, at ta støðuna hevur hann longu tikið, men so fer tíðin at vísa, hvussu tað verður í longdini.

 

Hann sigur, at hann heldur, at samkiftið ímillum Tórshavnar Býráð, og landspolitiska myndugleikan, eigur at vera betri - og eitt nú sigur, hann, at kommunur mugu, sum allarskjótast, fáa heimild at byggja vanligar íbúðir, og tær mugu eisini fáa heimild at seta eina skipan við gjaldsparkering í gildi. Í Havnini hugsar hann sær, at eitt slíkt gjald skal verða við til at fíggja parkeringshús.

 

Støðan er tann, at um tvey ár, ella í 2024, er val aftur til býráðið, men verður løgtingsval ikki útskrivað í úrtíð, verðu val til Løgtingið ikki aftur fyrr enn í 2026.