Hann kann ikki liva við hesum longur

– Ein avgerð skal takast í málinum um gongd í haga – og tað skal vera NÚ, leggur landsstýrismaðurin dent á

 

 

 

Tað gongur ikki væl at fáa semju í umstrídda málinum um gongd í haga.Og í Løgtinginum í morgun hevur Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, spurt Magnus Rasmussen, landsstýrismann í landbúnaðarmálum, hvussu landið liggur. Tað stendur í samgonguskjalinum, at málið skal loysast í semju ímillum allar partar. Men miseydnast tað, vil Ruth Vang hava at vita, hvat landsstýrismaðurin so ger, um hann kastar handklæði í ringin, ella um hann fer at skera ígjøgnum.

 

Magnus Rasmussen staðfestir, at tað verður arbeitt við málinum og so seint sum mánadagin skuldi fundur verða við Bóndafelagið, Óðalsfelagið og Jarðir, sum eru tey, ið vara av jørðini. Fundurin varð kortini útsettur av koronu, men hann verður so skjótt sum gjørligt.

 

Endamálið við fundinum er at vita, akkurat hvat ósemja er um, og hvussu langt er ímillum partarnar.

 

Magnus Rasmussen hevur ongantíð vilja sagt, hvørja støðu hann sjálvur hava og í Løgtinginum gjørdi hann enn eina ferð greitt, at fer framvegis ikki at siga, hvat hann sjálvur hendur.

 

Hann staðfestir, at samgonguskjalið sigur, at tað skal gerast í semju ímillum partarnar. Men Magnus Rasmussen ger eisini greitt, at nú kann hann ikki longur liva við, at eingin avgerð verður tikin. Tvørtur ímóti sigur hann, at  nú er tíðin farin at ganga undan og tí skal ein avgerð takast nú. Tískil sigur hann, at beinanvegin fundurin hevur verið við Jarðir, Óðalsfelagið og Bóndafelagið, fer hann at taka samanum.

 

Er ein semja í eygsjón, er tað ongantíð betri, sigur hann. Men hann ger eisini greitt, at verður úrslitið av fundinum, at eingi útlit er fyri eini semju nú, fer hann at beinanvegin leggja málið fyri samgonguna fyri at vita, hvat næsta stigið skal vera. Og tað eru tveir møguleikar. Annar møguleikin er at sleppa málinum,  og hin møguleikin er, at hann sker ígjøgnum og tekur eina avgerð fyri at loysa málið – ella í hvussu so er, partar av tí.